Okkara virði er ikki knýtt at tí, sum vit kunnu gera. Okkara virði er harafturímóti knýtt at tí, sum vit longu eru. Okkara virði er ikki nakað, sum vit hava í ymiskum mongdum. Nei, antin hava vit tað, ella hava vit tað ikki.
Hornasteinurin hevur tvey formál í einum bygningi. Fyri tað fyrsta hvílur allur bygningurin á hesum steininum. Fyri tað næsta avgerð hesin steinurin, hvønn veg húsið vendir. Tí er tað avgerandi at hava hin rætta hornasteinin. Men Pætur sigur við ráðið, at teir hava vrakað tann rætta hornasteinin, sum Gud sjálvur hevur valt.