Prædika til 2. sunnudag eftir tríeindardag
Lestur: Jes 25,6-9
Evangelium: Luk 14,16-24
Sálmur fyri prædiku: 461 (Til andans stóru náðifest)
Gud er ein heilagur og rættvísur Gud, sum ein dagin fer at rætta uppá alt tað, sum er skeivt í hesum heimi. Tað vil siga, at allar lygnir og alt órættvísi, sum Ápostlarnir mugu líða undir vegna Jesu navn, tað fær alt sítt rætta endurgjald ein dagin. Og sannleikin um gleðiboðskapin, sum teir og vit eru kallaði til at halda okkum til og at boða, verður tá krystallklárur!
Har ið Jesus verður játtaður sum Messias, ella sum Pætur sigur: "Kristus, sonur hins livandi Guðs", har er kirkjan eisini. Orsøkin til at Símun er ein Pætur (klettur) er altso ikki at finna í teimum persónligu eginleikunum hjá hinum snávandi og fallandi Pæturi, men harafturímóti í tí, sum Gud hevur opinberað fyri honum, nevniliga at Jesus veruliga er "Kristus, sonur hins livandi Guðs."